Stuðla høllini við treytum

Oyrarbakki: Felagskommunan í Sundalagnum er í høvuðsheitum við í ætlanini um eina fótboltshøll í Skálafirði.

Men kommunan setur tó eina treyt við hesum, og tað er at allar kommunurnar í ætlanini verða við tá til stykkis kemur.
Bygdaráðið hevði fund mánakvøldið, tá henda fótbóltshøllin var eitt av málunum á skránni. Talan er her um at kommunur í Eysturoynni, saman við Klaksvíkar kommunu byggja eina innandura fótbóltshøll í Skálafirði. Soleiðis sum støðan er í løtuni, skal Sunda kommuna gjalda 1,8 mió. kr., - um ætlanin altso verður til veruleika einaferð í framtíðini.
Bygdaráðið samtykti nevniliga, at teir eru við í ætlanini um allar kommunurnar, sum eru nevndar í uppritinum eru við. Tí ger kommunan ikki nakrar fíggjarligar bindingar í framtíðini.