Norðurlendsk ungmannafeløg stuðla sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað er greitt, eftir at UNR (Ungdomens Nordiska Råd) hevði tingsetu í Fólkatinginum á Christiansborg um vikuskiftið.
UNR er ungmannadeildin hjá Norðurlandaráðnum, og á tingsetuni vera uppskot løgd fram til viðgerðar.
Ungmannafelagið hjá Framsókn, Framsøkin Ung, legði fram eitt uppskot um, at Føroyar skulu hava sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Hetta gjørdu tey saman við tingbólkinum, ið tey eru limir í og sum kallast NLU (Nordens Liberale Ungdom).
Nevnast kann, at ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum - Ungmannafelagið Samband - er í sama tingbólki.
- Hetta varð gjørt í samband við, at løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum vegna Føroya landsstýri hava latið Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum umsókn um limaskap. Málið verður umrøtt á fundinum hjá Norðurlandaráðnum, nú ársfundur verður 1.-3. november.
Sagt verður í tíðindaskrivi í kvøld, at uppskotið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum fekk nakað av mótstøðu undir nevndarviðgerðini, eitt nú frá DFU (Dansk Folkepartis Ungdom), ið er ungmannafelagið hjá danska Fólkaflokkinum.
- Til atkvøðugreiðsluna var tó stórur meiriluti fyri uppskotinum, og varð uppskotið samtykt uttan stórvegis mótstøðu, verður lagt aftrat.