Men tað tykir ikki, sum um toppurin í føroyskum vinnulívi tekur undir við hesum tiltaki.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er í ferð við at byggja sær nýtt høvuðssæti á Óðinshædd í Havn. Talan er um fín hús, nógv fínari enn tey, sum tey flyta úr og sum standa til sølu fyri fimm milliónir krónur.
Men tað løgna er, at topparnir í føroyskum vinnulívið hava gjørt av at keypa donsk vindeygu, heldur enn at stuðla sínum egnum limum og keypa føroyskt.
Tað hevur higartil ført við sær, at H-Dygd í Vatnsoyrum ikki longur er partur av Vinnuhúsinum.
So meðan kassadaman vil hava okkum at keypa føroyskt – heldur vinnan seg til tað danska...