Orkestrið kom til íslands fríggjadagin og sum tað allarfyrsta, fór allur hópurin við tónleikarum, lærarum og fyriskiparuum til konsert við íslendska symfoniorkestrinum í Eldborg, stóra salinum í Hørpuni.
Síðani gekk leiðin til Hafnafirðar, har orkestrið framførdi í konsertsalinum, ið er knýttur at musikkskúlanum í Hafnafirði. Rættuliga fitt av áhoyrarum vóru til konsertina. Orkestrið var serstakliga væl samanspælt og áhoyrararnir sera fegnir um konsertina.
Leygardagin spældi orkestrið saman við symfoniorkestri úr Hafnafirði. Orkestrini framførdu fleiri verk saman, og soleiðis komu føroysku næmingarnir eisini at kenna næmingar úr Hafnafirði og umframt Bernharður Wilkinson, stjórnaði Ármann Helgason symfoniorkestrinum úr Hafnafirði.
##med2##
Sunnumorgun luttók føroyski hópurin til guðstænastu í Langholtskirkjuni í Reykjavík, har orkestrið framførdi til guðstænastuna.
Seinnapartin sunnudagin hevði orkestrið eina framúrskarandi framførslu í sjálvari Hørpuni í Reykjavík.
##med3##
Fyri tónleikaligu menningina hjá næmingum, er umráðandi við avbjóðingum sum hesum, at spæla uttanlanda, at koma saman við øðrum tónleikarum og at lurta eftir tónleiki á høgum støði.
##med4##
Eisini hevur leiðsla Tórshavnar Musikkskúla skift orð um musikkskúlaviðurskifti við leiðsluna í musikkskúlanum í Hafnafirði, og soleiðis deilt vitan, sum báðir partar njótað gott av.
##med5##
Allastaðni orkestrið spældi, var orkestrið stórliga fagnað, og konsertferðin hevur eisini givið Tórshavnar Musikkskúla íblástur.
##med6##
Orkestrið ferðast aftur til Føroya mánadagin.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##