Stroyming fremur áhugan fyri fótbólti

(Rás2) Leivur Frederiksen frá KVF vónar eina haldbara langtíðarloysn fyri stroyming av fótbólti í framtíðini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Leiv Frederiksen frá Kringvarpi Føroya í "Fótbóltspanelinum" í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

Samrøðan snúði seg um stroymingina av betrideildarfótbólti sum KVF hevur lagt á ís fyribils, tí fýra feløg í betrideildini, B36, AB, EB/Streymur og KÍ vilja ikki loyva stroyming í núverandi líki.

 

Leivur Frederiksen undirstrikar, at tey í KVF hava ongar hurðar klamsað, men hava heldur hurðarnar opnar fyri einari varandi langtíðarloysn sum allar partar kunnu liva við hvat stroyming av fótbóltsdystum viðvíkur.

 

Leivur Frederiksen staðfestir, at stroyming er fremjandi fyri fótbólt, og ein natúrligur partur av útboðnum tá føroyskur fótbóltur skal eksponerast.

 

Leivur Frederiksen vónar, at ein varandi loysn fæst innan stutta tíð.