Vegna veður varð jólatræið í Svínoy ikki tendrað síðsta vikuskifti soleiðis, sum ætlanin annars var.
Veðrið er heldur ikki í dag av tí besta, men klokkan 16 verður jólatræið tendrað. Tað verður ein svínoyingur í Klaksvík, Regin Meyer Olsen, sum fer at siga nøkur orð.
Veðrið er ikki av tí besta. Tí verður løtan hildin inni í kirkjuni.
Svínoy er partur av Klaksvíkar kommunu, og Klaksvíkar hornorkestur er á veg út á Svínoyareið við Rituni. Tað verður roknað við, at orkestrið verður harúti klokkan 15.30, og so verður farið beinleiðis í kirkjuni.
Tað ber til at fylgja við á netinum, tá ið jólatræið í Svínoy verður tendrað. Tað er Starabúrið í Klaksvík, sum stroymar úr Svínoy ídag.
Starabúrið er at finna á stream.fo.