Sum nakað nýtt, hevur Fótbóltssambandið í ár valt at gera ein stroymingspall, har fleiri dystir verða stroymdir beinleiðis. Tó krevst eitt hald fyri at nýta tænastuna, ið ikki einans umfatar dystir úr bestu mansdeildini og bestu kvinnudeildini.
Í kvøld verður høvið fyri at stroyma oddadyst í U18 deildini. Talan er um dyst millum B36 og NSÍ, sum verður spældur á Tórsvølli. Nú U18 deildin er farin í endaspælið, liggja tey bæði liðini sum ávikavist nummar 2 og 3, meðan HB liggur á fremsta plássinum.
Dysturin millum B36 og NSÍ byrjar klokkan 19:30 og sæst við at trýsta á her.