Føroyska a-landsliðið hjá kvinnum er í hesum døgum í Lettlandi, har tær luttaka í tí sokallaða ”Baltic Cup”.
Í hesi løtu spæla tær fyrsta dystin í kappingini, sum er ímóti Estlandi.
Til ber at stroyma dystin beinleiðis, við at trýsta á hesa leinkjuna.
Úr føroysku leguni verður sagt, at fyrireikingarnar til kappingina hava gingið væl, har føroysku kvinnurnar hava vant nógv, og eru spentar til at fara í gongd við kappingina.