Jarðarferðin hjá Cliff Barrows, sum í mong ár var kórleiðari hjá kenda prædikumanninum, Billy Graham, verður stroymað á internetinum í dag klokkan 15.30 føroyska tíð – klokkan 10.30 lokala tíð, upplýsir Poul Jóhan Djurhuus.
TRÝST HER fyri at kom á slóðina BILLYGRAHAM.ORG/CLIFFBARROWS
Ein av høvuðstalarunum undir jarðarferðini verður John Munro, sum er væl kendur í Føroyum og giftur føroyskari konu, Gudny Gunnarson, dóttir Jøghild og Ingolf Gunnarsson í Havn. Bill Gaiter Vocal Band fer at syngja undir jarðarferðini
Jarðarferðargudstænastan verður hildin á BILLY GRAHAM LIBRARY í Charlotte, North Carolina. Cliff verður grivin á gravstaðnum, sum er avsett á økinum við Billy Graham Library. Kona Billy Graham, Ruth, og fyrra kona Cliff, Billie, eru báðar jarðaðar har.
Cliff andaðist týsdagin 15. november eftir eina styttri sjúkralegu á Carolinas Medical Center 93 ára gamal.
Cliff og Billy Graham møttust fyrstu ferð í 1945. Tað bleiv eitt samstarv í tænastu evangeliums í meira enn 70 ár. Cliff kom at hava ábyrgdina av møtileiðsluni, var tónleika- og programleiðari, kórleiðari og leiddi felagssangin, samstundis sum hann eisini var samskipari og vertur í vikuligu radiosendingini, sum kallast Hour of Decision, har hann var vertur til fyri heilt stuttum.