Stroyma frá Ljósfest í Vági

Hjá teimum, ið hava áhuga, men ikki kunnu vera til staðar til Ljósfest í Vági, ber til at fylgja við kortini, tí stroymt verður frá Ljósfest 2023.

Tá Ljósfest verður sett klokkan 18:30, og til stora konsertin er av umleið klokkan 01:00 í nátt, ber til at fylgja við, um enn ein ikki er á staðnum.

 

Í ár er nevniliga skipað so fyri, at stroymt verður frá Ljósfest í Vági.

 

Til ber at síggja og hoyra, um ein leitar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo, ella á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, vagur.fo.

 

Hesi fara á pall á Ljósfest í kvøld: 

 

Deiggj, Marius, Starlight, Herborg Torkilsdóttir, Hanus, Section og Hjalmar og Dagfinn, at spæla. Pallstjórar vera Gissur Patursson og Bjørn H Bech.