Hollendski miðvallarleikarin, Kevin Strootman, sleppur ikki við til HM eftir at hann skaddi liðbandið í vinstra knæi undir dysti fyri Roma.
24 ára gamli Strootman var skiftur út eftir at hann bleiv skaddur í tapinum móti Napoli um vikuskiftið.
- Eg kann bara ímynda mær, hvussu vónbrotin hann er, segði hollendski landsliðsvenjarin, Louis Van Gaal.
- Tað er eitt stórt afturstig fyri landsliðið. Kevin var góður fyri okkum í kvalifikatiónskappingini, og hann sveit ongantíð. Nú eru dreymarnir brostnir, helt Van Gaal fram.
Strootman kom til Roma síðsta summar frá PSV Eindhoven fyri 15 milliónir pund, og hann royndi at halda fram, eftir at hava fingið skaðan tíðliga í sunnudags dystinum móti liðnum hjá Rafael Benitez.
Men hann noyddist av vølli, og ein skanning í gjár avdúkaði skaðan munandi verri enn vónað. Roma hevur einki sagt um, hvussu leingi hann fer at sita uttan fyri.
- Kanningar vísa, at hann hevur skatt aftara liðbandið í vinstra knæi, og kann eisini hava skatt meniskuna, segði ein Roma fráboðan, sum helt fram:
- Hann verður lagdur undir skurð ein av komandi døgunum.










