Strongurin slitnaði

Bólkurin Blív var næstan forfylgdur av óeydnu leygarkvøldið. Fyrst hevði sangarin gjørt av við røddina hjá sær undir drúgvu venjingunum áðrenn kappingina, og í fyrsta sanginum sleit gittarspælarin ein strong.
Og so var einki at gera uttan at steðga framførsluni nakrar minuttir, meðan Høgni Kragesteen lá flatur og skifti strongin. Tað tók eina løtu og var sjálvsagt óheppið fyri framførsluna, men teir fótaðu sær aftur og spældu víðari.