Strongdir prestar

Fleiri danskir prestar kenna seg strongdar og umhugsa at leita sær annað arbeiði Tað eru ikki bara stjórar, sjálvstøðug vinnurekandi og onnur vinnulívs- ella handilsfólk, sum arbeiða meiri enn 40 tímar um vikuna, og sum av og á kenna seg strongd.

Tí sambært einari kanning, sum danska kringvarpið hevur gjørt, líða prestarnir á oynni Bornholm eisini av strongd. Í kanningini siga næstan 90 prosent av prestunum har, at nakrar ferðir um árið kenna teir seg strongdar og útbrendar.

Teir somu prestarnir siga eisini, at teir arbeiða meiri enn 40 tímar um vikuna. 47 prosent av prestunum á Bornholm siga, at teir hava umhugsað at fáa sær annað arbeiði.