strongd
Strongd mannfólk eru í vanda fyri hjartatilburðum og øðrum álvarsligum sjúkum, um teir renna runt í handlunum beint áðrenn jól, skrivar týska blaðið Bild am Sonntag.
Hjartað slær títtari og blóðtrýstið hækkar nógv, tá menninir beint áðrenn jól reika úr handli í handil at keypa gávur til síni kæru.
Ein kanning av 40 kvinnum og monnum við sama innkeypslista vísti, at bara fjórða hvør kvinna vísti tekin um strongd. Men hjá monnum øktist strongdin til tað sama sum hjá flogskiparum á stríðsflogfari.
Kanningin vísti, at hjá 70% av monnunum var strongdin longu byrjað, áðrenn teir byrjaðu sítt jólainnkeyp. Teir gjørdist v.ø.o. strongdir av tankanum um, at skula út at keypa jólagávur, skulu vit trúgva týsku kanningini, kunngjørd í Bild am Sonntag.