Strongd hjá lærarum verður kannað

Freistin fyri at luttaka í kanningini um strongd millum lærarar gongur út í morgin. Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðilesandi í London, stendur fyri kanningini. Í Bretlandi eru lærarar tann mest strongdi starvsbólkurin, sigur Annbjørg Abrahamsen, sum lesur sálarfrøði í London, sum hevur tikið stig til at kanna, hvussu strongdir føroyskar fólkaskúlalærarar eru. Hon hevur varhugan av, at nógvir lærarar í Føroyum eru strongdir og útbrendir, men, at teir ikki í sama mun sum í øðrum londum, lata seg sjúkramelda vegna strongd. Kannað verður eisini, hvussu strongd ávirkar ymsar arbeiðsbólkar innan skúlaverkið: skúlastjórar, flokslærarar og aðrar lærarar. Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.

Tað er upp til einstakan lærara at gera av, um hann vil taka lut ella ikki. Annbjørg Abrahamsen vónar, at undirtøkan verður góð, og hon leggur dent á, at øll svar verða handfarin í trúnaði og ónevnd.

- Tá ið freistin var úti, høvdu 40 prosent av lærarunum svarað; tað er ikki nóg mikið um kanningin skal vera umboðandi. Tí havi eg longt freistina til mánadagin 14. apríl, sigur Annbjørg, sum brúkar kanningina í høvuðsritgerð sínari. Seinni er ætlanin at skriva masterritgerð í arbeiðssálarfrøði.

Annbjørg fer møguliga eisini at kanna fleiri starvsbólkar, fyri at samanbera støðuna í Føroyum við Bretland og aðrastaðni. Úrslitið av kanningini verður greitt tíðliga í summar. Leinkja til kanningina er millum annað at finna á ráðstevnuni hjá lærarum undir www.skulin.fo.