Strongd hóttir tær ambitiøsu ungu genturnar

Genturn klára seg nógv betur útbúgvingarliga enn dreingirnir og á nógvum øðrum økjum. Men baksíðan er, at tær eru dupult so strongdar, vísir fyrsta kanningin av strongd

Genturnar hava yvirhálað dreingirnar á øllum økjum í útbúgvingarskipanini. Tær fáa betri karakterir, longri útbúgvingar og eru í ferð við at seta seg á fleiri siðbundin mannfólkastørv. Tær klára seg eisini betur í fleiri øðrum viðurskiftum.

Men tað hevur sín prís. Nýggj gransking hjá Statens Institut for Folkesundhed vísir, at dupult so nógvar gentur sum dreingir í 9. flokki hava eru sera strongdar, svarandi til tíggjunda hvørja gentu. 55 prosent kenna seg miðal nógv strongdar, meðan hetta tal hjá dreingjunum er 37 prosent. Genturnar eru harumframt oftari sjúkar, taka meiri heilivág og sova minni, skrivar heimasíðan hjá Javnstøðunevndini.

Frágreiðingin er í stóran mun, at genturnar sum heild kenna seg meira pressaðar til at skula liva upp til vaksandi krøvini í samfelagnum, sigur Noemi Katznelson, granskingarleiðari á Center for Ungdomsforskning på Danmarks Pædagogiske Universitet.

– Tað er eingin ivi um, at ung í dag hava meira um oyruni enn fyrr, og at krøvini til eitt gott ungdómslív sum heild eru hægri. Ein partur av dreingjunum lata seg ikki ávirka av trýstinum yvirhøvur, meðan genturnar hava lyndi at píska seg sjálvar eitt sindur eyka fyri at náa alt, sigur hon.