Læknar hava leingi hildið, at fólk við strongd hava lættari við at gerast sjúk enn onnur. Nú vísir ein nýggj kanning, hvussu strongd ávirkar heilsuna.
Cortisol, ið er eitt sokallað stresshormon, hevur ein avgerandi leiklut í samband við strongd og sjúku. Immunverjan hjá fólki, ið eru strongd í langa tíð, reagerar ikki eins væl upp á Cortisol, sum hon eigur. Vanliga er stresshormonið við til at basa eitt nú einum forkølilsi.
Tískil hava fólk við strongd lættari við at gerast sjúk. Tað stendur at lesa á healthland.com.
- Immun-kyknurnar hjá persónum við strongd reagera ikki serliga væl upp á Cortisol. Tí verða strongdir persónar ofta forkølaðir, tá teir verða útsettir fyri einum virusi, sigur Sheldon Cohen, sum er professari í sálarfrøði við Carnegie Mellon University í Pittsburgh, við CNN.
Í kanningini skuldu 276 vaksin fólk fyrst greiða frá, hvat hevði givið teimum strongd innan fyri seinasta árið. Hereftir fingu luttakararnir næsaspray við einum forkølilsisvirusi í, soleiðis at granskararnir kundu staðfesta, hvørji fólk gjørdust sjúk av virusinum. Áleið 39 prosent av luttakarunum blivu forkølað, og tað vísti seg, at tey, ið søgdu seg verða strongdan, vóru í dupult so stórum vanda fyri at gerast sjúk í mun til hinir luttakararnir.
- Kanningin vísir, at evni hjá immunverjuni at regulera inflammatión í kroppinum avger, hvør verður forkølaður og vísir eisini, hvussu strongd kann skunda undir sjúku, sigur Sheldon Cohen og leggur afturat:
- Við hesi vitanini verður millum annað lættari finna útav, hvørjar sjúkur verða ávirkaðar av strongd.










