Strongd - ein avbjóðing í parlagnum

Í kvøld klokkan 19.30 verður fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík við heitinum “Strongd, ein avbjóðing í parlagnum”.

??Tað er Ole Rabjerg, ið er sálarfrøðingur, sum fer at hava fyrilesturin.

Sjálvur lýsir Ole fyrilesturin á henda hátt:

- Tann dagliga føðin var fyri mongum árum síðan tað avgerandi fyri at tryggja trivnað og livilig kor. Í dag er handfaringin av strongd ein av teimum størstu avbjóðingum fyri at tryggja trivnað, so at hjúnabandið/ parlagið fær lív lagað. Vit liva í einum heimi við nógvum góðum møguleikum, tá ræður um arbeiði, frítíðarvirksemi og familjulív.

Ole Rabjerg leggur aftrat, at avbjóðingarnir eru sera stórar í dagsins samfelag, og brádliga kunnu vit steðga á og síggja, at endarnir røkka ikki til, og fylgjurnar eru, at vit gerast ørkymlað.

- Menn og kvinnir hava ymiskar framferðarhættir, hvussu vit handfara strongdina, og av hesum kann koma stríðsmál partanna millum, og tí økist trýstið í familjuni.

Fyrilesturin hjá Ole Rabjerg varpar ljós á strongd og, hvussu vit kunnu leggja hana til merkis. ??

- Fyrilestrarhaldarin fer við einfaldum dømum at vísa, hvussu vit kunnu handfara strongdina positivt. Eitt filmsbrot verður eisini víst - og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey, sum standa aftanfyri Christianskirkjuna í Klaksvík.