Umleið 4.000 løgreglumenn verða á varðhaldi í London í dag, tá fyrrverandi forsætisráðharrin Margareth Thatcher fer til gravar úr St. Pauls-dómkirkjuni.
Leiðslan hjá løgregluni væntar, at onkur fer at mótmæla í dag, og tí verða trygdartiltøkini sera strong, tá kirstan við Margareth Thatcher verður koyrd úr Westminster til kirkjuna.
Áleið 2.300 fólk úr 170 londum verða í kirkjuni. Teirra millum eru Elisabeth drotning og Philip prinsur, núverandi og fyrrverandi bretskir forsætisráðharrar, tríggir fyrrverandi amerikanskir uttanríkisráðharrar, ES-nevndarformaðurin Jose Manuel Barroso og fyrrverandi polski forsetin Lech Walesa.
Margareth Thatcher, sum var forsætisráðharri frá 1979 til 1990, doyði tann 8. apríl, 87 ára gomul.










