Á Strondum telja tey pengar

Í Sjóvar Kommunu gongur avbera væl higartil í ár

Tað hevur gingið avbera væl í Sjóvar kommunu higartil í ár. Tølini yvir inntøkurnar hjá kommununum vísa, at av teimum størri kommununum, hevur Sjóvar Kommunu verið í serflokki.

 

Fyrstu seks mánaðirnar í ár hevur Sjóvar kommuna havt 21,4 milliónir í inntøku av kommunuskatti, og tað eru góðar 3,3 milliónir meiri enn inntøkav var í sama tíðarskeiði í fjør. Sostatt er vøksturin frá í fjør til í ár, 12,24 prosent, og sostatt er Sjóvar kommuna tann av teimum størru kommununum, sum hevur havt nógv størstan inntøkuvøkstur higartil í ár.

 

Annars eru tað eisini allar hina av teimum størru kommununum, sum hava havt inntøkuvøkstur í ár afturímóti í fjør. Serliga Tórshavnar kommuna skúmar róman í hesum døgum, tí fyrra hálvár í ár, hevur Tórshavnar kommuna havt 446 milliónir í inntøku av kommunuskatti, og tað eru 25 milliónir meiri, ella 5,98 prosent, hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Annars kann vøksturin í prosentum hjá teimum ymsu kommununum teljast á aðrari hondini.