Føroyska liðið hevur annars ein venjingartíma hvønn fyrrapart, men í dag varð hesin sleptur.
Partvíst tí gólvið í aðrari høllini - tann sum skuldi brúkast til venjingina í morgun - er mest sum hættisligt at renna á. Og partvíst tí venjararnir hildu, at mentala uppløðingin í løtuni hevur størri týdning enn sjálv venjingin á vøllinum.
Tí varð fyrraparturin ístaðin brúktur til ein góðan gongutúr fram við strondini, og stundir vóru eisini til at kenna Miðjarahavið, ella at keypa sær okkurt tinganeyst við sær heimaftur.
Klokkan 18 lokala tíð í kvøld er tó aftur álvari. Tá er setningurin hjá føroysku kvinnunum at spæla seg víðari við einum sigri á Cypros.