Strok: Oftari og størri

Nógv nýtt er í væntu hjá haldarum av barna- og ungdómsblaðunum Strok. Nú kemur blaðið 10 ferðir árliga, í mun til 8 ferðir, blaðið er vaksið við fleiri blaðsíðum og nógvum nýggjum tættum, og seinni í heyst fer tann nýggja heimasíðan hjá Stroki at vera klár at brúka.


So er Strok aftur í skúlunum! Beinta Johannesen, sum er ritstjóri á blaðnum hevur nógv nýtt í huganum, nú hon hevur ábyrgdina av at fáa blaðið út 10 ferðir árliga, í mun til 8 ferðir higartil. Beinta greiðir frá, at í hvørjum blaði eru greinir um okkurt serligt evni, har prát eisini eru við børn og ung.
- Hesa ferð hava vit tosað við Sólfríð í Vestmanna um heimalomb, og Rannvá av Velbastað, Fríður av Argjum og Ólavur úr Hoyvík siga frá um skúlastovur teirra. Eisini eru góð hugskot til eina floksveitslu, tíðindi, søguna um fótbóltsspælið, ummælir, Blits - súrt og søtt um tey kendu og mangt annað, sigur Beinta, sum eisini vísir á afturvendandi tættir, eitt nú gaman, teknisøgur, krossorðagátur, søgur, úr Bíbliusøguni og fleiri uppgávusíður.
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG STROK< fleiri enn normal"$?$end$!$Nú>
Beinta sigur, at í samband við 50 ára føðingardagin hjá Stroki, fáa allir lesarar eina serliga gávu.
- Nú fer Strok, sum seinastu árini hevur havt einar 3.200 haldarar, at koma út 10 ferðir um árið ístaðin fyri 8 ferðir, og vit kunnu lova, at jólaútgávan av Stroki verður nakað heilt serligt! Tað er ikki alt, tí blaðið er eisini vaksið við fleiri blaðsíðum og fleiri nýggjum tættum, og seinni í heyst fer tann nýggja heimasíðan hjá Stroki at vera klár at brúka, sigur Beinta, sum er í gávumilda lagnum:
- Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer Strok nú at geva haldarum sínum eina ókeypis fløgu við sangum, ið tey bæði Meyla & Knøttur syngja, eins og tey hava gjørt á teimum ymsu festivalunum, sum hava verið á í summar, sigur Beinta.
Og hon greiðir frá, at sangirnir á fløguni hava Meyla & Knøttur gjørt saman við manningini aftan fyri tann sera vælumtókta gentubólkin av Sandi, Poppkorn.
- Tó eru sangirnir als ikki bara fyri gentur. Fimm svingandi løg eru á fløguni, og við heitum so sum Lort í býinog Eg eri sum eg eri skuldi har verið okkurt fyri øll.
 
<B STRONG býin!< í normal"$?$end$!$Lort>
30. september og 1. oktober 2006 verða show við Meylu & Knøtti<B STRONG < normal"$?$end$!$>í Norðurlandahúsinum, har Meyla & Knøttur saman við dansarum sínum og kulasta punkbólkinum í Føroyum, The Dreams, fara at framføra eitt show við sangi, dansi, skemti, ljósi, ljóði. Atgongumerki fáast í Norðurlandhúsinum og sølan byrjar 15. september 2006. Haldarar fáa sjálvandi atgongumerki fyri serliga prís, siga tey fýra í blaðstjórnini, sum eru Beinta Johannessen, blaðstjóri., Niels Jákup Thomsen, Bergur Dalsgaard og Eyðna Magnussen.