Strømmen tapti og datt niður á sjeynda plássið

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen hava tapt tveir dystir á rað

Heri Hjalt Mohr spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Strømmen spældu dyst á útivølli móti Tromsdalen í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Strømmen fekk eina ræðuliga byrjan upp á dystin, tí aftaná fyrsta korterið vóru teir aftanfyri 0-2. Max Myrmo fekk tó minkað um munin til 1-2 í 31. minutti. Men tað gingu ikki meir enn fýra minuttir, so hevði Tromsdalen skorað aftur. Tá ein tími var leiktur av dystinum minkaði Mathias Sundberg um munin til 2-3, men nærri kom Strømmen ikki.

 

Hetta var annar dysturin á rað, at Strømmen tapti, og í fimm teimum seinastu dystunum hava teir bert tryggjað sær fýra stig.

 

Strømmen er dottið aftur á sjeynda plássið við 13 stigum. Teir hava seks stig upp til oddaliðið, Kjelsås sum hevur 19 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 14 tekur Strømmen móti Strindheim á heimavølli. Strindheim er næstfremst í deildini við 18 stigum, so við einum sigri kann Strømmen aftur nærkast oddinum.