Striptease
Ólavsøkan nærkast. Og líka vist sum midnáttarsangur er vorðin ein fastur táttur á Ólavsøki hesi seinastu árini, líka vist er tað, at eisini Striptease er vorðin ein fastur táttur av undirhaldinum á tjóðarhátíð okkara.
Og líka vist er tað eisini, at Jenis av Rana, løgtingsmaður, fer at tala at, tí tað hevur hann gjørt í fleiri ár á rað.
Hann hevur enntá málið í Løgtinginum fyri at vita, hvat landsins myndugleikar ætla at gera við hesi viðurskifti.
Og tað fer hann aftur at gera nú.
Í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum kom fyrr í vikuni, er stór lýsing, har lýst verður við Striptease í Eclipse í miðbýnum í Havn.
Og hetta ætlar Jenis av Rana sær at reisa í løgtinginum í heyst, nú tað nýggja tingárið byrjar á Ólavsøku.
Eg fari at seta landsstýrismanninum í lógarmálum ein fyrispurning fyri at vita, um ætlanin er at gera nakað við hesi viðurskifti, sigur Jenis av Rana.
Hann ásannar, at hetta er eitt mál, sum hann hevur reist fleiri ferðir áður, bæði í Løgtingi og í almenna kjakinum.
Men hann ætlar sær ikki at gevast.
Eg haldi, at tað er av størsta týdningi, at vit ikki gloyma hesi viðurskiftini, men taka tey fram við jøvnum millum bili fyri at halda lív í kjakinum.
Hann er sannførdur um, at verður lív hildið í kjakinum, fer tað at hjálpa fyrr ella seinni.
Hetta er málið um almenna tíðindamonopolið eitt sera gott dømi um. Tað varð felt ferð eftirferð. Hetta eru mál, sum varð reist aftur og aftur og at enda bar tað frukt og almenna tíðindamonopolið varð brotið.
Fáa onki gjørt
Jenis av Rana væntar eisini, at stríðið ímóti Striptease og øðrum virksemi av hesum slagi, fer eisini at geva úrslit einaferð.
Hvørja ferð, vit hava reist málið, fáa vit at vita, at føroyskir myndugleikar fáa onki gjørt, tí tað er fútin, sum er danskur, ið umisitur lógina.
Samstundis hevur viðgerðin í Løgtinginum víst, at politiska skipanin er samd um at slíkt virksemi hoyrir ikki heima í Føroyum.
Tað er vanæriligt, at vit ikki kunnu stýra slíkum viðurskifti í okkara egna landi. Tað er eisini vanærilig skomm, at politiska skipanin í Føroyum skal hava eina meining um hesi viðurskifti uttan at fáa gjørt nakað sum helst, tí vit onga avirkan hava á støðuna, men heldur lata útlendskar fyrimyndir leggja støðið fyri slíkum virksemi.
Striptease og líknandi virksemi er beinleiðis ágangur ímóti kvinnum, tí mangan er tað ikki sjálvboði, at kvinnur eru uppí í slíkum virksemi, og tað eiga vit ikki at lata um okkum ganga, sigur løgtingsmaðurin.
Tí ætlar hann at spyrja landsstýrismannin í lógarmálum, Jógvan við Keldu, um nakrar ætlanir eru at broyta viðurskiftini ella um ætlanin er bara at lata standa til.
Lata vit standa til, er hetta tað sama sum at sleppa veikum kvinnum, upp á fjall.
Minst fýra milliónir um árið
Jenis av Rana leggur afturat, at hvørt ár verða fleiri milliónir, flest teirra kvinnur og børn, seld ímillum heimsins lond í sambandi við skøkjulevna.
Í Svøríki er skøkjulevnaður mettur sum harðskapur ímóti kvinnum og er bannaður við lóg.
Hann vísir á, at bæði í Danmark og Íslandi, hevur skøkjulevnaður vundið nógv upp á seg seinastu árini og í báðum hesum londum verður staðfest, at tað byrjaði við at loyva striptease.
Hann vísti eisini á, at ein fyrilestrarhaldari í Norðurlandahúsinum á fundinum hjá Kvinnufelagnum og Kreppumiðstøðini um skøkjulevnað vísti á hetta sama og ráddi føroyingum til at steðga slíkum virksemi.