Upptakt
Sunnudagin vann KÍ 7-1 í Vági. Sovorðið avrit og úrslit bíða klaksvíkingar framvegis eftir, at teirra lið skal vísa á heimavølli. Einasti heimasigurin í fimm royndum var júst móti VB/Sumba, sum legði rygg til 3-0 tap.
Næststørsti sigurin higartil í ár hjá KÍ var á Toftum, har teir vunnu 4-0. Tá ið KÍ hevur havt so ilt við at fáa fulla úrtøku á heimavølli ímóti oddaliðunum er tað einki sum eitur, tá ið mótstøðan er úr tunga endanum. Úr Klaksvík verður sagt, at alt uttan full úrtøka fer at verða mett sum alt annað enn nóg gott.
Allir KÍ spælararnir eru tøkir. Eisini Høgni Madsen sum í síðstu viku lá sjúkur og tískil ikki var so væl fyri undan avbjóðingini í Vági. Harvið er tað kapping um fyrstu ellivu plássini. Hon verður uppaftur størri í næstu viku. Christian Lundberg kemur til Klaksvíkar mánadagin, sigur Aksel Johannesen, formaður í KÍ Fótbóltur.
Á Toftum leingjast teir eftir stigum, sum kunnu lyfta teir úr botninum. B68 hevur seks tær seinastu ferðirnar einki stig fingið. Fýra av dystunum hava teir tapt við einum máli, og av Svangaskarði verður sagt, at teir avgjørt ikki hava givið skarvin yvir.
Øssur Hansen er afturkomin og verður við, og miðvallarin Ralph van Dooren, sum var leikbannaður ímóti GÍ er tøkur aftur. Arnbjørn Danielsen vandi hóskvøldið fyri fyrstu ferð eftir drúgvan skaða. Alex Troleis er framvegis skaddur. Mustapha Kamal Ndaw vísti sunnudagin í B68 álopinum, at hann kann fara at gera mun.










