Striltið hjá Helga

Tveir teir seinastu dagarnar hevur tað ikki hilnast so væl hjá Helga Dam Ziska, sum hesa seinastu vikuna hevur luttikið í EM kappingini í talvi í Dresden í Týsklandi.

Eftir at Helgi burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum hevði fingið 2,5 stig, tapti hann bæði páskaaftan og páskadag. Leygardagin var tað ímóti pólverska stórmeistaranum Grzegorz Gajewski, og í gjár var tað ímóti franska IM aranum Sebastian Maze.

Í sjeynda umfarið, sum er á skránni í dag, er mótstøðumaðurin Alin Berescu úr Rumenia. Helgi hevur hvíta fólkið. At mótstøðan verður ivaleysa stór verður undirstrikað í styrkistølunum. Styrkistalið hjá Helga er 2389, og styrkistalið hjá rumenska mótstøðumanninum er 2514. Bæði Helgi og dagsins mótstøðumaður hava burturúr seks teimu fyrstu umførunum fingið 2,5 stig. Fyrstu leikirnir í dag verða fluttir klokkan 15, og kappingin heldur fram inntil leygardagin, sum er summarmáladagur 14. apríl.