Striltið hjá 07Vestur

Tá ið 07 Vestur í 2. umfari vann sannførandi 4-1 heima­sigur á TB, luktaði tað av upp­reisn eftir 4-0 tapið í fyrsta umfari í Streym­nesi. Síðani sig­urin á TB hevur 07 Vestur spælt sjey ferðir í lands­kapp­ingini, uttan at tað hev­ur eydnast at vinna.
Stóri heimasigurin á 07 Vestur í fyrsta umfari bendi á, at meistararnir í EB/Streymi vóru væl fyri. Síðani gekk tað leingi illa. Nú hevur gingið sum eftir ánni. EB/Streymur hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar í lands­kapp­ingini og kvalifi­serað seg til hálv­finaluna í steypa­kapp­ingini uttan at nakað mál er farið ígjøgnum.
Í báðum legunum – í Vágum og í Sundalagnum – verður sagt, at allir spæl­ararnir eru tøkir.