Strilti at fáa fasta løn á flakavirkjum

Tað stendur sum í berginum í royndunum at fáa fastlønarsáttmála fyri tey, sum arbeiða á flakavirkjum Tað gongur ongan veg at finna semju ímillum arbeiðsgevararnar og Føroya Arbeiðarafelag um ein fastlønarsáttmála fyri tey, sum arbeiða á flakavirkjum.

Tað staðfesti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á aðalfundi í felagnum í gjár.

Hon sigur, at tá ið nógv umrødda útlendingalógin varð samtykt, sum gjørdi tað lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, var tað ein fortreyt, at samráðingar skuldi vera um ein fastlønarsáttmála.

Serliga varð stúrt fyri, at føroysk arbeiðsmegi fór at verða fyri vanbýti, tí arbeiðsgevari, sum fær útlendingar higar at arbeiða, skal tryggja teimum minst 30 tíma arbeiðsviku.

Tað trygdina hava føroysk arbeiðsfólk ikki og tí skuldi roynast at fáa fastlønarsáttmála fyri tey, sum arbeiða á flakavirkjum, har arbeiðið er serliga óstøðugt.

Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsgevararnir hava havt nakrar samráðingarfundir um fastlønarsáttmála á fiskavirkjunum.

Men hon staðfestir, at enn standa partarnir ógvuliga langt frá hvør øðrum.

- Ósemjan snýr seg í høvuðsheitum um yvirtíð skal avspákast ella gjaldast út og um, hvussu leingi ein skal hava arbeitt á flakavirkið fyri at fáa rætt til at gerast fastløntur

Men ósemja er eisini um, hvussu langt eitt møguligt avspákingartíðarskeið skal vera. Eitt dømi um ósemjuna, sum ger seg galdandi er, um eitt arbeiðsfólk á flakavirki arbeiðir 30 tímar eina viku og 50 tímar vikuna eftir, skal hava rætt til yvirtíð ella avspáking ella ikki.

Ingeborg Vinther hevur ikki enn mist vónina um at fáa ein fastlønarsáttmála fyri fiskavirkini, hóast hon ásannar, at hetta verður tórført.

- Fáa vit ein tílíkan sáttmála, verður tað ein stórur sigur, men vit gera ikki

ein fastlønarsáttmála fyri ein og hvønn prís, staðfestir hon.