Strikan er upp á spæl á Argjum

AB og Skála eru undan innanhýsis uppgerðini í kvøld hvør síni megin niðurflytingar strikuna

Í kappingini um at sleppa burtur frá hóttanini av at vera undir niðurflytingar strikuni er talan um lyklauppgerð, tá ið skálamenn í kvøld fara at vitja á Argjum.

AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Fýra javnleikir – íroknað tríggjar tær seinsastu ferðirnar í landskappingini - bera við sær, at argjamenn framvegis eru undir niðurflytingar strikuni.

Í kvøld fer Skála at vitja á Argjum. Hjá Trygva Mortensen og AB er skaðalistin langur: Gert Drangastein hevur slitið hælsinuna og verður ikki tøkur enn. Andri Freyr Björnsson og Gunnar Haraldsen eru báðir darvaðir av skaðum í knænum, og Martin Midjord er burturstaddur. Á ljósu síðuni telur tað, at Sandri Færø er tøkur aftur eftir sjúku, og at Rasmus Dan Sørensen er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg.

 

Skála eigur bara ein sigur í landskappingini í ár. Tað var í øðrum umfari á heimavølli ímóti B36. Síðani hevur Skála í fimm dystum skorað tvey mál og vunnið eitt stig. Tað var í Fuglafirði í síðstu viku, tá ið úrslitið var 2-2.

Í favorittsigrinum ímóti Undrið FF í steypakappingini sunnukvøldið spardi Skála Paula G. Hansen, sum ikki var við, og  Álvur F. Christiansen og Edvin Jacobsen vóru á beinkinum.

 

AB og Skála hava bara tríggjar ferðir áður spælt landskappingardystir í bestu deildini á Argjum. Tað var í 2014, tá ið fyrri dysturin endaði 1-1, og tá ið Skála í síðsta umfari vann seinnu uppgerðina 2-1. Tá var tað longu greitt, at Skála fór at flyta niður, og at AB hevði bjargað plássinum í deildini. Fyrsti dysturin var í 2007, tá ið Skála vann 2-1. Harvið bíðar AB framvegis eftir fyrsta heimasigrinum ímóti Skála.

Fimm teirra, sum 25. oktober 2014 vóru á dómaraseðlinum, eru framvegis á besta AB liðnum – Dmitrije Jankovic, Jónas Stenberg, Dan í Soylu, Bárður Olsen og Karstin Højgaard.

Útskiftingin á Skála hevur verið væl minni. Átta spælarar, sum vóru á listanum í síðsta umfari í 2014, eru framvegis á liðnum – Ari Olsen, Ólavur Mikkelsen, Jákup Johansen, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Símun Petur Poulsen og Jóhan Johansen.

 

AB-Skála: Petur Reinert kl. 18.00.