Í Íslandi hevur Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, lagt fram fleiri uppskot, sum skulu geva ríkiskassanum meiri inntøkur, samstundis sum onnur uppskot skulu skerja útreiðslurnar hjá tí almenna.
Í tí seinna bólkinum er millum annað eitt uppskot um at taka sjómannafrádráttin í skattinum av.
Tað skal gerast í stigum, soleiðis at frádrátturin minkar 25 prosent í 2011 og síðani 25 prosent um árið, til hann fellur burtur í 2014.
Íslendski sjómannafrádrátturin er í løtuni 987 íslendskar krónur fyri hvønn mynstringardag, og í fylgiskjølunum til uppskotið sæst, at 6.000 mans fáa sjómannafrádrátt.










