Strika krav um siglingstíð

Nú verður aspirantskipan galdandi fyri tey, sum vilja lesa til skipara ella maskinmeistara

Ístaðin fyri kravdu siglingstíðina, sum skal til, áðrenn tú í dag kanst virka sum maskinmeistari ella skipari, verður útbúgvingin í framtíðini skipað, so kravda siglingstíðin kann nemast undir útbúgvingini.

 

Talan verður um sonevnda aspirant-skipan, har stavsvenjing á frammaundan góðkendum starvsplássum verður partur av útbúgvingini, skrivar Sosialurin í dag.

 

Fyri skiparar og skipsførarar skal praktiktíðin takast á sjónum. Maskinmeistarar og maskinistar kunnu velja at taka upp til helmingin av praktiktíðini á góðkendum praktikplássi á landi.

 

Samlaða praktik-tíðin er 12 mánaðir.