Tað var helst eitt slag av kurteisi, tá danska stjórnin gjørdi av at strika gamla skuld hjá Brasil, nú brasilski forsetin, Lula da Silva, var í Keypmannahavn og vitjaði. Í veruleikanum var talan heldur ikki um vanliga skuld, men um 10 mió. krónur, sum Brasil skuldi rinda danska ríkiskassanum, tá Danmark misti rættin at krevja toll frá skipum, sum fóru ígjøgnum Oyrasund. Brasil rindaði ongantíð gjaldið, og nú fekk Lula so at vita, at gjaldið er strikað.