Sum tann 18. staturin í USA hevur Maryland gjørt av at strika deyðarevsingina. Frameftir verður lívlangt fongsul uttan rætt til royndarleyslating tann harðasta revsing, sum fólk kunnu fáa har, og avgerðin ber í sær, at fimm deyðadømdir fangar fáa dómin broyttan.
Guvernørurin í Maryland, demokraturin Martin OMalley, hevur verið íðin talsmaður fyri at seta deyðarevsingina úr gildi. Undir einum orðaskifti í vár segði hann, at deyðarevsing er ikki ein góð loysn, og at brotsmenn lata seg ikki ræða av, at teir kunnu fáa deyðadóm.
Maryland hevur havt deyðarevsing líka síðani 1683, tá økið var bretskt hjáland, men dómsvaldið hevur ikki brúkt revsingina síðani 2005.
Maryland er har eysturi í USA og hevur mark við millum annað Washington DC og Pennsylvania.