Stríðsmaðurin Teitur er eisini heitur komandi kappingarár

Nú 07 vestur er í gongd við ættarliðsskifti, er týdningurin av royndum spælarum ikki at undirmeta. Hetta eru spælarar, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, og sum skulu vísa vegin fyri yngru spælarunum.

– Vit vilja ikki endiliga kalla hann gamlan, men í fótbóltshøpi hevur hann royndir. Í 07 Vestur høpi er hann ein av teimum royndastu lokalu leikarunum. Hann beit seg fastan á liðið á ungum aldri og hevur líka síðani verið ein av stammuni á liði okkara.

 

Soleiðis skrivar 07 Vestur.

 

Hann hevur leikt 57 dystir í Betri deildini, 35 í 1. deild og 41 dystir í 2. deild.

 

– Tí frøir tað okkum ótrúliga nógv at fáa boðini sum nýggjársgávu, at Teitur Olsen tekur eitt tørn afturat við 07 Vestur.