Eitt russiskt stríðsflogfar av slagnum SU-34 er dottið niður í býnum Jejsk, sum er í landsynningspartinum av Russlandi nærindis markið til Ukraina.
Minst ein persónur er deyður og trý onnur særd, sigur russiskt sjónvarp sambært tíðindastovuni Interfax.
Myndir á sosialum miðlum vísa høgar logar úr einum bygningi, sum eftir øllum at døma er ein íbúðarbygningur.
Sambært russiskum tíðindastovum eru myndugleikarnir við at finna út av, um fleiri offur eru á jørðini.
Lokalir myndugleikar siga við Interfax, at tað er eldur í fimm hæddum í bygninginum.
Tass skrivar, at flogfarið datt niður undir eini venjingarflúgving frá eini hernaðarligari flogstøð.
Russisku miðlarnir skriva, at tað er eydnast flogskiparunum at "katapultera" seg út úr flogfarinum, áðrenn tað datt niður.
/ritzau/











