Grønland við menna vinnulívið við at byggja út flogvøllir, so teir kunnu taka ímóti flogførum frá Norðuramerika og Evropa.
Tá ein meiriluti í grønlendska Landstinginum í dag fer at atkvøða fyri umstídda flogvallapakkanum, er tað ikki bara størsta verkætlanin í grønlendsku søguni, sum verður samtykt.
Talan er eisini um eitt mál, sum hevur sprongt sitandi landsstýri.
Les meira um málið her:
– Flogvallarpakkin er heitið, sum nýggja verkætlanin, sum skal byggja út núverandi flogvøllir í Nuuk og í Ilulissat til at taka ímóti altjóða flogferðslu, hevur fingið.
– Harafturat kemur ein nýggjur flogvøllur í Suðurgrønlandi.
– Tilsamans verður roknað við, at hesir tríggir flogvøllir fara at kosta umleið 3,6 milliardir krónur.
– Danmark setir 700 milliónir krónur í verkætlanina og letur grønlendska sjálvstýrið læna 900 milliónir krónur afturat.
– Formliga fær danski staturin harvið ein triðing av partabrøvunum í Kalaallit Airports A/S, sum er stjórnað av grønlendska sjálvstýrinum. Við partabrævakeypinum fær Danmark vetorætt í nevndini.
– Danski leikluturin í verkætlanini fekk í september ein av teimum fýra flokkunum í grønlendska landsstýrinum at taka seg aftur sum mótmæli, sum førdi til landsstýriskreppu.
– USA hevur sambært fjølmiðlum víst áhuga at stuuðla verkætlanina fíggjarliga við at byggja út grønlendska undirstøðukervið. Men samráðingarnar eru farnar fram handan stongdar dyr, so tað er óvist, hvussu ítøkiligt amerikanska ynskið í veruleikanum er.
Keldur: KNR, Naalakkersuisut.
/ritzau/









