Stríðið stendur um 1 krónu og 45 oyru

Greining: Um arbeiðarafeløgini slaka líka nógv sum arbeiðsgevarar, so stendur veruliga stríðið um eina lønarhækking millum 11 og 13 prosent

Tað var eftir boðini frá arbeiðarafeløgunum í gjár um, at tey vilja samráðast, at semingsmaðurin sendi boð eftir stríðandi pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Í skrivinum nevna arbeiðarafeløgini møguleikan at samráðast uttan um semingsstovnin. Tað er eingin, sum forðar arbeiðsgevarum og fakfeløgunum at tosa saman uttan um semingsstovnin. Men tað er valla hugsandi, at tað verður gjørt nú. Og tá semingsstovnurin kallar partarnar saman, so hava teir skyldu at møta.

Skuldi tað hent, at einki kemur burturúr, og semingsmaðurin ikki kemur við einum semingsuppskoti, so ber tað til hjá pørtunum at seta seg saman uttan semingsmannin, hóast tað ikki er vanligt.

Júst hví fakfeløgini nevnda hendan møguleikan, kunnu vit bara gita um. Men tað kann vera fyri at leggja trýst á semingsstovnin, sum kanska kennir tað sum eitt eyka trýst at fara undir eina semingsroynd.

Fakfeløgini hava staðið rimmarfast við sína støðu um, at tey ikki vilja bakka frá kravinum, sum liggur um 15 prosent lønarhækking. Tí miseydnaðist semingsroyndin seinasta hósdag. Men síðani tey sendu út boðini í gjár um at fara til samráðingarborðið, so hava tey ikki nevnt, at tey »ikki vilja bakka«, men at tey »halda fast við kravið«.

Tað merkir ikki akkurát tað sama. Tí sjálvandi halda tey fast við kravið, tá tey fara til samráðingar. Men sum tað er sagt so ofta, so eru tað ikki samráðingar, um annar parturin hevur ultimativ krøv. Tí gita vit, at arbeiðarafeløgini nú eru sinnað at slaka nakað. Spurningurin er bara hvussu nógv.

Alment standa arbeiðsgevararnir helst við upprunaliga kravið um 9 prosent. Men tá stjórin í Vinnuhúsinum hevur givið til kennar, at arbeiðsgevararnir nú kunnu góðtaka semingsuppskotið, sum var upp á 11 prosent, so er tað helst veruliga útgangsstøðið hjá teimum.

Harvið hava arbeiðsgevararnir bakkað 2 prosent síðani semingsroyndin slitnaði, og verkfallið varð lýst.

Kravið hjá arbeiðarafeløgunum liggur um 15 prosent. Siga vit, at tey eisini vilja bakka 2 prosent, so lenda tey á 13. Nú eru bara 2 prosent á muni – ella so snýr stríðið seg um slakar tríggjar krónur meira ella minni oman á tímalønina yvir tvey ár. Tí er ein møguleiki, at ein semja fer at liggja millum 11 og 13 prosent í lønarhækking. So er bara spurningurin, hvør parturin slakar meira sum verður avgerandi fyri, hvørju megin 12 prosent lønarhækkingin endar á.

Verður lønarhækkingini 12 prosent oman á grundlønina upp á 144,99 krónur, so er talan um eina lønarhækking á grundlønina upp á 3.000 krónur um mánaðin. Eitt prosent hvørju megin við 12 prosent svarar til pluss/minus 1 krónu og 45 oyru um tíman hvønn vegin ella pluss/minus 250 krónur um mánaðin.

Verður lønarhækkinginin 12 prosent hækkar grundlønin (í rundum tølum) upp á 25.000 krónur upp á 28.000 krónur.