Stríðið er hart um Sievjerodonetsk

Ukrainsku herdeildirnar halda sína støðu í Sievjerodonetsk, men russar eru fleiri og sterkari.

 

Í Sievjerodonetsk búðu einaferð umleið 100.000 fólk, men her eru nógv flýdd undan russiskum rakettum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í gjár, at russar eru fleiri í tali enn ukrainar í bardaganum um ukrainska býin, Sievjerodonetsk í Donbas-regiónini.

Sambært Reuters sigur forsetin, at ukrainsku herdeildirnar halda sína støðu, men russar eru fleiri og sterkari.

Volodymyr Zelenskyj heldur, at støðan í Donbas verður ógvuliga trupul, um Russland tekur størri øki her, og hann heldur, at støðan í økinum er “hóttandi”, sum hann tekur til. 

Russisku herdeildirnar royna ikki bara at taka býin, Sievjerodonetsk, men eisini býin, Zaporizjzja.

Eftir at kríggið í Ukraina nú hevur vart í stívliga 100 dagar, hevur Russland tikið umleið 19 prosent av Ukraina.

Ukraina er eitt stórt land, næst størsta land í Evropa. Tey 19 prosentini av Ukraina svara til støddina á Danmark og Belgia tilsamans.

72 prosen av Donbas-økinum er nú undir russiskum ræði.

 

Í Sievjerodonetsk búðu einaferð umleið 100.000 fólk, men her eru nógv flýdd undan russiskum rakettum.