Steðgar løgmaður ætlanunum um undirsjóvartunnilin, fær tað avleiðingar fyri Sambandsflokkin, tí so kann eg ikki stuðla honum.
Hetta segði Suni Jacobsen við sjónvarpið í kvøld. Suni Jacobsen er tingmaður fyri Vága valdømi. Hann situr á tingi sum varamaður fyri Ivan Johannesen, sum er landsstýrismaður, og sum tí ikki kann hava sæti á tingi.
Suni Jacobsen er tann fjóðri av átta tingmonnum, sum hetta valskeiðið hava mannað Sambandsflokkin á tingi, sum finst at løgmanni, Edmund Joensen.
Fyrst var tað Finnbogi Arge, sum fanst at Edmundi Joensen. Hetta endaði við, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Bjørn á Heygum hevur fleiri ferðir funnist at leiðsluforminum hjá Edmundi Joensen.
Herfyri fanst Atli Hansen, sum er varamaður hjá Edmundi Joensen, og sum er formaður í tingbólki floksins, harðliga at Edmundi Joensen, og sum tann fjórði er tað nú Suni Jacobsen, ið er frammi við hóttanum.
Hin tingmaðurin fyri Vága valdømi er Jørgin Niclasen, fólkaflokstingamður. Hann er eisini partur av samgonguni, og hann finnur seg heldur ikki í, at málið nú verður steðgað, segði hann við sjónvarpið.
Nógv fundarvirksemi hevur verið á Gamla Apoteki í kvøld, og sum skilst hevur løgmaður tosað við umboð fyri Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin. Men enn er ikki greitt, um hann hevur biðið um samstarv.
Politiska støðan er ógreið - men greitt er, at samgongan hevur mist meirilutan, eftir at Sjálvstýrisflokkurin klokkan 18:00 í kvøld handaði løgmanni uppsøgnina av samgonuni.
Men skal misálitisuppskot setast fram móti samgonguni, mugu fleiri atkvøða fyri, enn ímóti.
Sum skilst eru javnaðar-, tjóðveldis, og sjálvstýristingmenninir saman við Ingeborg Vinther úr Verkamannafylkingini og Finnboga Arge, uttanflokkatingmanni, fyri at fella samgonguna. Kristiligi Fólkaflokkurin og Miðflokkurin tykjast ikki vilja val nú.
Sum støðan er nú, hevur samgongan nú 15 tingmenn aftan fyri seg og 13 tingmenn beinleiðis ímóti sær.
Avgerandi verður tí, hvat teir fýra tingmenninir fyri Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin fara at gera.