Streymurin verður sera harður

- Væntandi er, at flestu línuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa í næstu viku.

Eitt línuskip er við Eysturgrønland og frystir veiðina umborð. Tvey frystulínuskip eru undir Føroyum og fáa mest longu og brosmu. 

 

- Undir Føroyum eru eisini fleiri ísfiskalínuskip, sum fáa mest av toski, longu, brosmu og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at flestu línuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa í næstu viku, tí streymurin verður sera harður síðst í vikuni. 

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at við rættiliga hørðum streymi síðsta í næstu viku - og umskiftandi veðri - eru útlitini til útróður einki serlig.