Mánadagin koma tvey línuskip inn at landa. Annað skipið kemur undan Íslandi, og hitt hevur roynt undir Føroyum. Skipini hava eina blanding av ymiskum fiskasløgum, eitt nú toski, hýsu, brosmu og longu.
- Vit vænta, at eitt ísfiskalínuskip aftrat kemur undan Íslandi seinni í vikuni, og helst landar eitt skip í Íslandi. Møguliga kemur okkurt línuskip aftrat, sum fiskar undir Føroyum, inn at landa seinni í vikuni.
Umframt ísfiskalínuskip, fiska eisini tvey frystilínuskip í løtuni í íslendskum sjógvi. Nølur línuskip liggja, men fara væntandi út aftur, tá streymurin batnar.
- Streymurin verður harður fyrst í vikuni, sum kemur, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður væntandi gott tað mesta av tíðini.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey nakað av útróðri seinnapartin í næstu viku. Bátarnir fáa mest av toski, men eisini nakað av hýsu.









