Streymurin skjótt aftur

Fleiri bygdir í Sundalagnum hava ligið í streymloysi seinastu tíman, men nú er ikki leingi, áðrenn tey fáa streymin aftur. SEV upplýsir, at arbeitt í løtuni við trupulleikanum, og at tey vóna, at streymurin er aftur um 15-20 minuttir.


Tað var um hálvgum trý tíðina í dag, at streymurin fór í Hósvík, Hvalvík og Streymnesi, men SEV visti ikki tá hvat orsøkin var til streymslitið.


Í síðstu viku hevði SEV stórar trupulleikar við streymveitingini, tá ódnarveður Caroline legði leiðina framvið Føroyum.


In.fo fylgir málinum.