Streymurin er í løtuni farin um alt meginøkið.
Finn Jacobsen hjá SEV sigur, at enn kenna tey ikki orsøkina til streymslitið, men at arbeitt verður við trupulleikanum. Hjá SEV vænta tey, at streymurin er aftur um hálvan tíma, ella so.
Suðuroyggin og útoyggjar hava streym.
Streymslitið merkir tíðindaflutningin á portal.fo og hjá Rás2.