Í kvøld fór streymurin í Klaksvík eina løtu.
Tað er høvuðslinjan til Norðoyggjar, sum trupulleikar eru við.
- Tað er klaki á linjunum, sigur Jón Nielsen frá SEV.
- Streymurin er komin aftur, men enn sita tey í streymloysi í Árnafirði og á Norðtoftum, men okkara fólk eru úti, og arbeitt verður við hesum, upplýsir SEV.