Í seinastu hava fleiri streymslit verið í Havinini. Tey hava sum oftast verið um náttina, men eitt var eisini hósdagin umleið kl. 17. Streymslit kunnu vera sera darvandi fyri fyritøkur og virkir, sum hava teldur og onnur amboð sum tørva regluligan streym. Tey mongu streymslitini í seinastuni hava órógva rættuliga nógv fólk, og nøkur hava ilskast inn á SEV. Hjá SEV siga tey tó, at streymslitini eru tey regluligu streymslitini, sum verða gjørd einaferð um árið. Tvey óreglulig steymslit hava eisini verið, men tað var orsaka av tekniskum brekum inni í sundalagnum, sum eru hend í samband við tey regluligu streymslitini. Tá ið so nógv streymslit eru, so gongur tað eisini út yvir ta vanliga arbeiði, sum so tíverri hevur viðført nøkur óreglulig streymslit.
Neyðugt við streymslitum
Tey regluligu streymslitini eru neyðug fyri at kunna gera reint, og fyri at kunna gera viðlíkahaldandi arbeiði við transformarstøðirnar, ella spennibroytilsstøðirnar, soleiðis at fólk ikki koma til skaða, tá ið arbeitt verður uppá tær. Um ikki arbeiði verður gjørt, so koma streymslitini allíkavæl vegna vanrøkt, sigur Steen Juul Petersen, rakstrardeildarleiðari hjá SEV. Tað eru umleið 50 støðir ymsastaðni Havnini, og streymslitini eru eitt árligt afturvendandi viðlíkahald, sum fer framm yvir eitt 14 dagar tíðarskeið. Tey regluligu streymslitini verða gjørd um náttina, millum klokkan 12 á midnátt og seks um morgunin, fyri at gera so lítlan ampa sum gjørligt. Streymslitini eru í umleið 1 tíma á gangin, men eru annars eitt sindur óreglulig. Streymslitini skuldi annars verið um at vera liðug fyri hesaferð, sig Steen Juul Petersen, at enda.










