Tvær ferðir á festivalinum í fjør steðgaðu framførslur, tí streymurin til pallin reyk. Og tað er nakað, sum fyrireikararnir vilja tryggja seg ímóti í ár.
- Sjálvandi fært tú ongan tíð vart teg 100%, men vit royna at verja okkum, so væl sum vit nú einaferð kunnu, sigur Erik Biskopstø.
- Í fjør var talan í øðrum førinum um eina grill, sum kortsluttaði, men tann hendingin kann so ikki endurtaka seg. Í ár er nevnliga serstakt streymtorn sett upp til pallin, og tí kunnu slík viðurskifti ikki órógva aftur hesaferð.
- Í hinum førinum (tá Straight Ahead spældi, blðm), var talan um regulera sabotasju. Ein kápil varð skryktur út, og slíkum ónollum fáa vit illa vart okkum fyri, sigur hann.