Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip á Rygginum. Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt landar seinni í næstu viku. Skipini fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu.
- Eitt ísfiskalínuskip er norðan fyri og kemur inn at landa mánadagin. Teir hava mest av toski og hýsu. Eitt ísfiskalínuskip er eisini undir Íslandi og kemur heim at landa miðskeiðis í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at línuskipið sum fiskar í íslendskum sjógvi, hevur eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Restin av línuskipunum liggja við bryggju og bíða eftir betri streymi.
- Av frystilínuskipunum fiskar eitt við Eysturgrønland, eitt er undir Íslandi, og tvey fiska í føroyskum sjógvi. Eitt frystilínuskip tekur ímóti fiski í Grønlandi.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin er sera harður, og tað verður hann eisini fyrst í vikuni, sum kemur, men hann batnar, sum næsta vika gongur.
- Veðrið verður hampiligt, so tað verður kanska nakað av útróðri, sjálvt um streymurin er harður. Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.