Grøna orkuskiftið verður eisini nýtt sum orsøk til príshækking hjá SEV

Streymurin dýrkar minni enn 25 oyru

Príshækkingin á streymi verður ikki so stór, sum ætlað fyri einum mánaði síðani

Grøna orkuskiftið verður eisini nýtt sum orsøk til príshækking hjá SEV

Tá SEV hevði aðalfund 18. november var ætlanin at hækka prísin á streymi hjá húsarhaldum við 25 oyrum kilowattið. Rumbul kom í, tá annað uppskot kom fram á fundinum, sum tí varð útsettur.

– Valstríð var komið í politikarar, varð sagt.

Nú er kortini greitt, at príshækkingin fyri vanliga brúkaran verður ikki so stór sum ætlað.

Kári Johansen, formaður í SEV stýrinum segði við in.fo fyrradagin, at SEV hevur havt fund við kommunurnar, sum jú eiga SEV, og har var semja um, at príshækkingin fyri vanliga húsarhaldið ikki verður so stór, sum upprunaliga ætlað, men hinvegin verður hækkingin hjá stórbrúkarum, ella teimum stóru vinnuvirkjunum, eitt sindur størri.

Høvuðsorsøkin ti, príshækkingina er, at prísuin á olju er nógv hækkaður, samstundis sum, at vit standa fyri einum grønum, men dýrum, orkuskifti.

 

Grøna orkuskiftið verður eisini nýtt sum orsøk til príshækking hjá SEV