Fyri løtu síðan fingu fólk á Sandoynni, Hesti og vestara síðu á Suðurstreymi streymin aftur, umleið ein tíma eftir, at eitt brek á tveimum motorum á Sundsverkinum gjørdi, at tey mistu streymin.
Á heimasíðuni hjá SEV verður upplýst, at tað vóru spenningstrupulleikar, ið vóru atvoldin til, at tveir motarar á SEV-verkinum á Sundi koblaðu av netinum.










