Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý ísfiskalínuskip nýliga eru byrjaði túr, og tí er ivasamt, um nakað ísfiskalínuskip kemur inn at landa í næstu viku.
- Nú fer streymurin at batna aftur, og veðrið sær heldur betri út fyri framman. Tí vænta vit, at fleiri línuskip fara út aftur í næstum. Skipini fiska mest av toski, hýsu og longu.
Um útlitini til útróður, verður lagt aftrat, at nú streymurin batnar, og veðrið sær út til at fara at roynast frægari, verður eisini roknað við nøkrum útróðrardøgum teir næstu dagarnar.